IGNEA - Í Tokuni paroles de (lyrics)

[IGNEA - Í Tokuni paroles de lyrics]

Gangi í tokuni eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar

Inn ímillum gloppini í mjørkaklæddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar mær

Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?

Sást tú gøtuljósini lýsa í bygdini?
Sást tú hvat tey gjørdu har?
Minnist tú hvussu støðan var?
Leitaði nakar eftir mær?

Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?



Hevur tú eins og eg gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini?
Kennir tú hetta einsemið?

Vinur, vinur skilur tú meg?
Veit'st tú nakran loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu óvissuni?
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veit'st tú ongan loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu tokuni?

Interprétation pour


Ajouter une interprétation

A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z #
Interpréter